B71 - AB ásettur til sunnudagin 7. november
FSF hevur í kvøld boðað frá, at útsetti dysturin í 1. deild B71 - AB er ásettur at vera spældur sunnudagin 7. november.
- Detaljer
- Skrevet af: AB
Tryggjaðu okkum fyrimunin til uppflytingarfinaluna

1. deild menn: AB



Tað stóð nógv upp á spæl hjá báðum liðum inni í Vika í gjár. Fyri okkum var galdandi, at vit skuldu vinna fyri at halda okkum framman fyri B71 áðrenn síðsta leikumfar, meðan gestirnir skuldu hava minst eitt stig fyri at varðveita ein matematiskan møguleika at yvirliva í næstbestu deildini. Endin var tann, at okkara menn vundu burturúr suðuroyingum og vunnu 6-1. Harvið verður sonn uppflytingarfinala spæld inni í Dal ímóti B71 leygardagin 30. oktober.
Liðið í dag varð mannað við Milos í mál og Sørin og Teiti J í miðverjuni. Jákup Pauli var aftur á høgra bakki eftir lokið leikbann, meðan Rógvi N.P. var á vinstra bakki. Bartal og Adis vóru á miðuni við Ardit beint frammanfyri. Í borðunum byrjaðu Mads og Ragnar, og fremsti maður var Símin, ið vísti seg at vera í sonnum málhýri í dag.
AB byrjar dystin væl. Okkara menn eru ágangandi og ágrýtnir, og serliga er Ragnar Skála væl upplagdur í vinstra borði, har hann kemur til fleiri góðar støður, ið tó mangla tað síðsta fyri at fara í mál.
Eftir 14 minuttir kemur veruligur røringur í á Argjum. Bartal sendir langan bólt inn um verjuna, og brádliga stendur Ardit púra leysur. Hann prikar bóltin framvið málverjan, ið fellir annan dansk-albanaran hjá okkum, og so verður dømt brotsspark. Brotssparkið skjýtur Símin, og fyri fjórðu ferð av fýra møguligum brotsspørkum í ár skjýtur hann bóltin í málið úr 11 metrum.
Eftir málið koma gestirnir betur við í dystin, men sæð burtur frá einstøkum deyðbóltsstøðum verður tað ongantíð heilt vandamikið. Vit blíva við at skapa góðar møguleikar, og eftir 34 minuttir tvífalda vit leiðsluna.
Ragnar Skála verður spældur leysur vinstru megin í brotsteiginum. Hann lobbar bóltin upp um málverjan, men á sjálvari strikuni megnar ein flúgvandi suðuroyingur at toyggja seg og forða bóltin í at fara í mál. Hann fær tó ikki beint bóltin longri burtur enn áraka brotssparksblettin, har Ardit við frálíkum fluktara sendir bóltin í mál til 2-0.
Beint fyri hálvleik fáa vit dagsins best gjøgnumspælda mál inni í Vika. Adis vinnur bóltin á miðuni, og so fara Bartal og Mads avstað í høgru síðu. Gott samanspæl teirra millum endar við, at Mads sendir bóltin innfyri, har Símin stendur púra leysur og skorar til 3-0 til AB, sum eisini er hálvleiksstøðan.
Var nakar ivamál um, um AB-sigurin nakrantíð kundi koma í vanda, so verður tann ivin skúgvaður til viks tíðliga í seinna hálvleiki. Fyrst brenna vit tveir stórar møguleikar, men tá Símin eftir upplegg frá Adis fær frítt skot av sekstanmetramarkinum eftir 49 minuttir er ongin slingur í valsinum. 4-0 og hattrick til Símin, sum nú hevur skorað 16 mál og er næstfremst á toppskjúttalistanum í 1. deild.
Síðani fer dysturin í eina tómgongd, har tað ikki hendir so øgiliga nógv. FC Suðuroy roynir og spælir til tíðir fínt, men tað brennir ongantíð veruliga á hjá Milos. Okkara menn hála eitt vet í hondbremsuna og byrja møguliga at hugsavna seg ov nógv um, hvussu tað gongur hjá B71 á Skála.
Ongin keðir seg tó, tí eftir 67 minuttir er dramatikkur. Ardit og Adis taka rívan til í onkrum nærdysti, og tá Ardit dettur niður beint framman fyri Salmundi Bech endar tað við, at Salmundur sparkar Ardit og fær beinleiðis reytt kort.
Leingi er líkt til, at 4-0 verður endaliga úrslitið, men síðstu løtuna verður knappliga heilt stutt millum málini. Fyrst er tað Ardit, ið við góðum skoti við vinstra beini økir til 5-0, áðrenn Sørin Samuelsen stutt eftir prikar bóltin í mál eftir hornaspark til 6-0. Í báðum førum er tað innskifti Brandur Jákupsson, ið eigur uppleggini.
Beint eftir 6-0 málið taka vit okkum ov nógv av løttum, og so kemur FC Suðuroy ígjøgnum verjuna hjá okkum og minkar um munin til endaliga úrslitið, 6-1.
Eftir eina ógvuliga tunga gongd í síðstuni kunnu vit fegnast um ein frálíka góðan stórsigur í ársins síðsta heimadysti. Ein situr eftir við einari kenslu av, at vit áttu at havt fleiri heimadystir av hesum slagnum í ár, har vit vinda burturúr mótstøðuliðnum, tí suðuroyingarnir, ið als ikki vóru vánaligir allan dystin á tamb, eru ikki nakað serliga verri enn fleiri av hinum liðunum í 1. deild.
Í dag nyttar tó onki at iðra seg um dystir fyrr í kappingini, sum vit áttu at vunnið. Vit mugu heldur halda okkum til tann veruleikan, sum er í dag, og hann er, at leygardagin 30. oktober skal AB spæla uppflytingarfinalu ímóti B71 inni í Dal á Sandi.
B71 spældi í gjár javnt, 1-1, ímóti Skála. AB hevur 43 stig og B71 41 stig, og sostatt flyta vit upp við einum sigri ella javnleiki í ársins síðsta dysti, meðan ein sigur er eitt treytaleyst krav hjá B71 fyri at flyta upp í bestu deildina.
Nú er ikki annað at gera hjá okkara monnum enn at fyrireika seg væl og koyra á í eina viku afturat. Vit uttanfyri vøllin bíða í spenningi til tann rimmar dystin, sum tað verður á Sandi, tá slagið um Betrideildarfótbólt 2022 skal avgerast. Tá bæði vóna og vænta vit, at nógv argjafólk koma suður at hjálpa okkara monnum síðsta pettið inn um málstrikuna.
Vit ynskja okkara monnum hjartaliga til lukku við sigrinum í gjár! 



- Detaljer
- Skrevet af: Neli Heldarskarð
Elias og Torkil í U15 landsliðshópinum
Millum teir 18 leikararnar, ið skulu umboða Føroyar í døgunum 14.-19. okt. í U15-landsliðshópinum eiga vit 2 av teimum.
Elias á Lofti Gren og Torkil Skála eru úttiknir til hesa menningarkappingina EfB Spar Nord Elite Cup í Esbjerg í Danmark.
Elias og Torkil umboða AB/B71 í føroyska hópinum, og eru vit errin av teimum og ynskja teimum góða eydnu og alt tað besta víðarið á leiðini!
- Detaljer
- Skrevet af: Jütta Reynslág
Lutaseðlarnir drignir.
Á mattombolanum hjá AB í dag 25. september vóru lutaseðlar seldir. Vinnaranumrini vóru hesi:
1. Trillibøra full við mati - Gulur 596
2. Burn klassik skeið - Ljósareyður 406
3. Gávukort frá Hansu á 1500kr - gulur 580
4. 1 krov frá Poul á Sandi + kajaktúr - Bláur 826
5. 1 krt Faxe kondi + kajaktúr - Ljósareyður 441
6. Gisting fyri 2 á Hotel Brandan við morgunmati - Bláur 883
7. Irish Pub virði 300kr - Grønur 758
8. Jógvan Weihe 250kr + kajaktúr - Gulur 262
9. 1 eskja av flaki - Hvítur 625
10. Ein kurv frá Gómagott - Grønur 722
11. Harraklipp frá salong Ada virði 360kr - Bláur 832
12. Súkkluútstýr til børn - Gulur 582
13. Dekkskift frá Wenzel virði 800kr - Ljósareyður 375
14. Fiskafrikkadellir frá Norðfrá + kajaktúr - Ljósareyður 504
Takk fyri stuðulin.
- Detaljer
- Skrevet af: Kristian Dahl
Side 7 ud af 38