RAGNAR TEKUR TVEY ÁR AFTURAT

Ein av teimum lokalu argjamonnunum hevur sett sína undirskrift á sáttmála fyri 2022 og 2023. Ragnar Skála spælir eisini við AB komandi tvey árini.
Ragnar Skála er 21 ára gamal og evnaríkur miðvallari við sera góðum bóltførleika. Hann spældi sín fyrsta dyst á besta liðnum í Betrideildardysti ímóti B36 í 2018, og síðani hevur ungi argjamaðurin spælt 32 dystir á besta mansliðnum.
Síðstu tvey árini hevur Ragnar verið darvaður av einum afturvendandi skaða, men síðani september í fjør hevur hann verið fullfermdur, og tað vóna vit sjálvandi, at hann verður alt kappingarárið 2022.
Síðsta heyst bleiv Ragnar eisini fastur fúsur í U21-landsliðshópinum, har hann spældi sínar fyrstu tveir landsdystir

Til lukku við sáttmálanum, Ragnar! 



- Detaljer
- Skrevet af: AB
COBY HEVUR EISINI SKRIVAÐ UNDIR

Tað grør um gangandi fót við sáttmálaundirskriftum inni í Vika í hesum døgum. Nýggjasti leikarin, sum vit kunnu kunngera, er 21 ára gamli miðvallarin, Coby Atkinson, ið hevur skrivað sáttmála fyri kappingarárið 2022.
Coby hevur foreldur úr Jamaica, men er uppvaksin í USA og hevur eisini amerikanskan ríkisborgaraskap. Hann spælir mitt á miðuni.
Miðvallarin hevur áður verið í ungdómsdeildini hjá Major League Soccer-felagnum, Portland Timbers, og harafturat spældi hann í eitt ár, frá 2018-2019, við U19-liðnum hjá týska Arminia Bielefeld.
Á myndini er Coby Atkinson avmyndaður saman við formanni felagsins, Mariusi Thomassen.
Welcome to the club, Coby! 



- Detaljer
- Skrevet af: AB
ARGENTINSKUR ÁLEYPARI TIL AB

Í kvøld kunnu vit kunngera enn ein nýggjan leikara til AB. Argentinski framherjin, Agustín Marsico, hevur skrivað undir fyri kappingarárið 2022.
Agustín, sum er 24 ára gamal, hevur royndarvant síðstu vikuna og spælt við í venjingardystum ímóti B68 og EB/Streymi. Talan er um ein kvikan leikara við góðum, tekniskum eginleikum.
Argentinin hevur spælt við Naples United í Florida í USA, áðrenn hann nú er komin hendan vegin og á Argir at royna seg.
Á myndini er Agustín Marsico avmyndaður saman við ítróttarstjóranum í AB, Jonas Dal Andersen.
Vælkomin til AB, Agustín! 

- Detaljer
- Skrevet af: AB
JOBIN OG MIKKJAL TAKA GAGGURNAR AV HILLINI

Fráfallið av lokalum argjamonnum hevur av ymsum ávum verið dekan ov stórt síðstu árini, men í morgun kunnu vit kunngera tey gleðiligu tíðindi, at tveir av okkara heilt royndu leikarum, Jobin Drangastein og Mikkjal T. Hentze, finna gaggurnar fram aftur og verða við í Betrideildarhópinum hjá AB í 2022.
Báðir hava verið við til at myndað okkara besta manslið í nógv ár, áðrenn teir góvust á besta liðnum við kappingarenda í 2019. Í 2020 spældu báðir nakrar heilt fáar dystir, tá tað stóð á við fólki, men í ár hava báðir játtað seg til at spæla alt kappingarárið 2022 saman við okkum.
Jobin Drangastein er 31 ára gamal og uppvaksin í AB. Við sínum 252 dystum fyri besta mansliðið er tekniski miðvallarin við góða spælskilinum tann leikarin, sum í søgu felagsins hevur spælt næstflestar dystir fyri AB.
Mikkjal T. Hentze er 35 ára gamal, ættaður úr Skálavík og uppvaksin í B71. Síðani 2012, tá hann fyrstu ferð kom út á Argir, hevur hann spælt heili 172 dystir fyri besta mansliðið, sum merkir, at hann er tann leikarin við fimtflestum dystum fyri AB. Mikkjal er kendur sum drúgvur og arbeiðssamur miðvallari, men seinnu árini hevur hann eisini verið at sæð í verjuni.
Við hesum báðum undirskriftum fáa vit bæði økta breidd og eina ørgrynnu av royndum í hópin. Vit fegnast um, at Jobin og Mikkjal koma við AB í Betrideildina í 2022! 



- Detaljer
- Skrevet af: AB
HJÁLPARVENJARIN ER SETTUR

HJÁLPARVENJARIN ER SETTUR
Tey, sum hava fylgt við í fyrstu venjingardystunum í ár, hava óivað lagt til merkis, at ikki bara er nýggjur høvuðsvenjari settur, men eisini er komin nýggjur hjálparvenjari til okkara Betrideildarlið. Talan er um 33 ára gamla Jón Krosslá Poulsen, ið verður undir liðini á Sámali Erik Hentze í 2022.
Sum leikari var Jón kendur sum ein sterkur áleypari við einum hørðum skoti. Hann hevur spælt heili 227 dystir í bestu mansdeildini og skorað 48 mál. Hetta er sostatt ein maður við nógvum royndum í føroyskum fótbólti.
Vágbingurin var á fyrsta sinni í AB í 2020, har hann spældi fimm dystir við besta mansliðnum í fyrru kappingarhálvu. Seinni hetta kappingarárið tók hann við sum høvuðsvenjari hjá okkara U21-liði, og hetta gekk sera væl í hond, tí U21-liðið gjørdi ikki mætari enn at vinna steykappingina hetta árið

Á myndini er Jón Krosslá Poulsen avmyndaður saman við ítróttarstjóra okkara, Jonas Dal Andersen.
Vit ynskja Jón Krosslá væl afturkomnan til AB! 

- Detaljer
- Skrevet af: AB
Side 4 ud af 38