Limagjaldið í Argja Bóltfelag er:

Leikarar í U21, 2. deild og Betrideildini rinda 1.200 kr. um árið.

Leikarar í U15, U17 og Gentur U18 rinda 1.000 kr. um árið.

Øll onnur rinda 800 kr. um árið.

Hvílandi limir rinda 300 kr. um árið.

Um fleiri systkin eru yngri enn 18 ár fáa øll 100 kr í avsláttur í part.
 
Vit heita á allar leikarar hjá AB um at gjalda limagjald. Hetta er av stórum týdningi fyri, at vit í ungdómsdeildunum kunnu fáa ta útgerð, vit ynskja okkum.
 
Vinarliga havið í huga, at um limagjaldið ikki er goldið, er leikarin ikki tryggjaður. Les meira um vanlukkutryggingina her.

Limagjaldið eigur somuleiðis at vera goldið, fyri at kunna leika dyst ella venja við AB.
 
Tilskila navn og lið hjá leikara, tá goldið verður. 

Gjaldast kann við flyting á konto 6460-408.279.8 ella gjaldast kann á limadegnum hjá AB mánadagin 25. februar 2019 kl. 16.30 - 18.30.

Spurningar um limagjald kunnu sendast til Denne e-mail adresse bliver beskyttet mod spambots. Du skal have JavaScript aktiveret for at vise den. ella til AB formannin á tel. 510669.