Nú er klárt at skriva seg upp til stuttligasta Fótbóltsskúlan í Føroyum! ⚽️🙌
 
Fótbóltsskúlin hjá AB verður Inni í Vika á Argjum hósdagin og fríggjadagin, 4. og 5. august. Hósdagin frá klokkan 13:00 til 17:00, og fríggjadagin frá 10:00 til 15:00.
 
Fótbóltsskúlarnir eru ætlaðir børnum og ungum, bæði gentum og dreingjum, í aldurinum 7 til 15 ár (fødd í 2007 til og við 2015).
 
Øll, sum luttaka, fáa afturat góðari fótbóltsvenjing, eisini mat, frukt, bólt, eina t-troyggju og luttøkubræv.
Kostnaðurin er 450,00 kr.
 
Freistin at boða frá luttøku er mánadagin 1. august. Trýst her fyri at melda til.