AB hevur ársaðalfund 3. februar 2021
Sagt verður frá, at ársaðalfundur Argja Bóltfelags verður mikudagin hin 3. februar 2021, kl. 19.00 í AB-húsinum.
Skrá sambært viðtøkum felagsins:
1. Ársfrágreiðing
2. Kassameistarin leggur fram grannskoðaðan roknskap fyri farna árið
3. Viðgerð av uppskotum og málum, sum eru løgd fyri aðalfundin
4. Val av starvsnevnd og varalimum
5. Val av grannskoðara
6. Ymiskt
Viðvíkjandi punkt 3 hevur nevndin lagt fyri aðalfundinum uppskot til broytingar í viðtøkum felagsins um, nær aðalfundurin kann vera hildin:
Grein 4: Orðingin "Aðalfundurin verður hildin í februar mánaði við hesi dagskrá:" Verður broytt til "Aðalfundurin verður hildin áðrenn februar mánaður er farin við hesi dagskrá:"
Grein 5: Orðingin "Aðalfundurin verður kunngjørdur 8 dagar frammanundan og lýsingin verður uppafturtikin." Verður broyt til "Aðalfundurin verður kunngjørdur í fyrsta lagi 28 dagar frammanundan og í síðsta lagi 14 dagar frammanundan og lýsingin verður uppafturtikin."
Grein 6: Orðingin "Eykaaðalfundur skal kunngerðast 8 dagar frammanundan." Verður broyt til "Eykaaðalfundur skal kunngerðast í seinasta lagi 8 dagar frammanundan."
Verandi viðtøkur hjá Argja Bóltfelag síggjast við at trýsta her.
Vinarligast
Nevndin
- Detaljer
- Skrevet af Marius Thomassen
Hesi vunnu fýrverkspakkar
Í samband við fýrverksøluna hjá AB var lutakast um 3 fýrverkspakkar.
Hesir vóru vinnararnir:
Esther Jespersen, Karl Leonsson og Samson Højgaard, øll av Argjum.
AB takkar øllum, ið stuðlaðu felagnum við at keypa fýrverk í AB-húsinum.
Gott nýggjár!
- Detaljer
- Skrevet af AB
Gott nýggjár
Nýggjársbál verður kynt á parkeringsøkinum niðanfyri AB-húsið nýggjársaftan kl. 22.00. Øll eru vælkomin. Har er gott pláss at halda koronafrástøðu.
Argja Bóltfelag ynskir tykkum øllum gott nýggjár!
- Detaljer
- Skrevet af AB
Klárir til 2021
AB er nú í 1. deild við einum ungum hópi. Hetta er rætta høvið til at byggja upp av nýggjum, og rætti maðurin til uppgávuna er Dimitrije Jankovic. Dimitrije er kendur á Argjum, har hann hevur spælt nærum 100 dystir fyri besta liðið. Eisini var tað Dimi, sum í summar yvirtók 1. deildar liðið og var um reppið at yvirliva í deildini hóast eina sera trupla byrjan. Dimi er kendur fyri hart arbeiði. Hann trýr uppá menning av ungum leikarum, sum eyðkennir Argja Bóltfelag.
Afturat Dimitrije vera Kári Nielsen sum hjálparvenjari, Rógvi Nónsgjógv Poulsen sum fysiskur venjari og hjálparvenjari og Heðin Stenberg sum málmansvenjari. Allir hava teir nógvar royndir sum leikarar og hava longu verið í venjaraleiklutinum eina tíð. Rógvi og Heðin hava verið partur av venjaratoyminum seinastu árini. Kári er nýggjur í leiklutinum. Eftir at Kári endaði sína longu og flottu yrkisleið sum leikari á Argjum, hevur hann verið aktivur sum barnavenjari. Men nú er Kári klárur sum hjálparvenjari hjá 1. deild monnum.
AB skal nú byggja eitt sterkt og støðugt manslið upp. Felagið er í framgongd, hóast ítróttarliga úrslitið hjá monnunum hevur gingið okkum ímóti.
AB vann steypakappingina í U21 deildini í ár. Hesir unglingar banka nú uppá í 1. deild. Við Dimitrije Jankovic á odda hevur ungi hópur okkara ein kempara, sum megnar at menna og betra liðið umframt hvønn einstakan leikara, soleiðis at AB skjótast gjørligt hevur eitt lið aftur í betri deildini.
- Detaljer
- Skrevet af Marius Thomassen
Side 1 ud af 27